Eivør "Vøgguvísa, ein kópakonna syngur" Songtext

Übersetzung nach:en

Vøgguvísa, ein kópakonna syngur

Náttin er eitt látur,hellið dimt og trygt.Havið murrar gátur,mánin er ein lykt.Sov nú, lítli vinur,eygu klár og døkk,sov, tú ert so linur,inn í myrkrið søkk.

Náttin er ein alda,vaggar teg í blund.Bæði vit nú haldaút á silvursund.Dreymaham so blankanvil eg spinna tærúr stjørnuvond og langtan.Svim tú út við mær.

Náttin er ein strongur,íða, villfør, von.Sov nú, søti drongur.Ytst á havsins trombáran teskar gloym eimóðurhjarta mítt,dansi eg um tarateig,altíð er tað títt.

Hier finden Sie den Text des Liedes Vøgguvísa, ein kópakonna syngur Song von Eivør. Oder der Gedichttext Vøgguvísa, ein kópakonna syngur. Eivør Vøgguvísa, ein kópakonna syngur Text. Kann auch unter dem Titel Vogguvisa ein kopakonna syngur bekannt sein (Eivor) Text.