Eivør "Vársins Ljóð" Songtext

Übersetzung nach:en

Vársins Ljóð

Tú heldur, at summarið koma skalVið blómum í bakka og bólMen fyrst má eg syngja tær sólina framAt skína um heygar og hól

Eg andi lív í ein sóljukoppHygg hvussu hann brettir sær áMen fyrst má eg bræða tær kavan burtSo fram vinna dái og strá

Eg sigi við ánna og kelduviðAt nú verður summarið skjótÍ lofti skal hoyrast kátt fuglakvæðAv snípu og stara og lógv

Og hagin skal klæðast í summarskrúðHar tjøldrini reiða sær bólUm dimmið skal sólin sær søkja búðOg lita tær havið sum glóð

Eg gevi tær sóljur og smærubráTann gávan man falla tær vælOg børnini fáa ein berjadagVið ljósi og kátasta lag

Eg finni fram frægastu loynimiðOg tey skulu børnini fáTá vár okkum gistir eitt annað árEg veit, at tú gleðast man tá

Hier finden Sie den Text des Liedes Vársins Ljóð Song von Eivør. Oder der Gedichttext Vársins Ljóð. Eivør Vársins Ljóð Text. Kann auch unter dem Titel Varsins Ljoo bekannt sein (Eivor) Text.