Brotin
Tú ert brotinFarin í tvíningarVeingjaskotinFinnur onga meining í nøkrumKennir teg læstan fastan í fjøtrum.
Hvussu loysir túHenda sálarknút?Hvussu brýtur tú útÍmillum tær trongu rimarnarÚt í ein opnan heim sum rúmar tær?
Dansa vilt í náttini svørtuKenna ikki morgunin ennOkkara brotnu hjørtuTaka eitt fet í senn.
Eg veit at túErt ikki ólíkur mærUndir hyljandi húðVovin úr sama vevnaðiTráandi eftir eydnuni eins og eg.
Dansa vilt í náttini reyðuKenna ikki morgunin ennBerjast ímóti streyminumTaka eitt fet í senn.
Dansa vilt í náttini reyðuSíggja ikki sólina ennOngantíð vóru vit eins og teyVit taka eitt fet í sennTaka eitt fet í senn,Taka eitt fet í senn.