Torsteins Kvæði
Vilja tit lýða og ljóð geva mær,Eg bróti av bragdartáttiKongur ráddi for Nøríki, hann tógva synir átti
Rennur og rennur foli mínGrønari grund og vín bar reyða lundStíg at dansa stundKátur leikar foli mínÁ grønari grund
Átt hevur hann sær tógva synir, báðar kann eg væl nevnaMagnus og hann Torstein jall,teir kunna væl dreingjum stevna
Jallurin gongur for kongin inn og sigur honum fráNú er Torstein, sonur tín, kvittaður londum frá
Um hann vil av ríkinum fara,eingin skal honum bannaHann kann ei síni forløg flý,sjálvur má hann tað sanna
Tað lovaði eg bæði faðir og móðir,tá eg í vøggu láEg skyldi ei ræðast tann heita eld,ei heldur tað hvassa stál
Vargurin liggur í vetrarmjøll,staddur í stórari neyðSo er tann maður, í víggi stendur,næstan tolir deyð
Frúgvin var bæði studd og leidd,inn í sín faðirs veldiLjómin skein av akslagrein,tað skyggir av tignareldi
Nú er hetta kvæðið endað,tað man góðum gegnaTorstein tók við ríkjunum báðumso við hvørju tegna