Faroese National Anthem - Tú alfagra land mítt
Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn!á vetri so randhvítt, á sumri við logn,tú tekur meg at tær so tætt í tín favn.Tit oyggjar so mætar, Guð signi tað navn,sum menn tykkum góvu, tá teir tykkum sóu.Ja, Guð signi Føroyar, mítt land!
Hin roðin, sum skínur á sumri í líð,hin ódnin, sum týnir mangt lív vetrartíð,og myrkrið, sum fjalir mær bjartasta mál,og ljósið, sum spælir mær sigur í sál:alt streingir, ið tóna, sum vága og vóna,at eg verji Føroyar, mítt land.
Eg nígi tí niður í bøn til tín, Guð:Hin heilagi friður mær falli í lut!Lat sál mína tváa sær í tíni dýrd!So torir hon vága - av Gudi væl skírd -at bera tað merkið, sum eyðkennir verkið,ið varðveitir Føroyar, mítt land!