Eivør "Saknur" paroles

Traduction vers:ensv

Saknur

Sárt sakni eg teg, væna mín.Hví rýmdi tú frá mær?Tað er sum sól og summarav garði fór við tær,tí allir fuglar tiga,hvør blóma fánað er,mín hugur eltir har tú fer,mín sál er friðleys her.

So tekkilig og eygagóð,sum Venus vøn og skær,eitt bládýpi av sæluí tínum eygum var,sum spunnið gull var hárið,so fannhvít undir lín,tín mjúki barmur heitur brann,á varrum vætti vín.

Tú ferðamøddi fuglur, sumso víða farin er,sást tú mítt fljóð, hitt fagra,á tíni longu ferð?Hon er ein eyðkend rósa,sum summarsólin vøn.Á, góða, elskaða, kom heim,hoyr mína hjartans bøn!

Ici on peut trouver les paroles de la chanson Saknur de Eivør. Ou les paroles du poème Saknur. Eivør Saknur texte.