Ormurin Langi
Viljið tær hoyra kvæðI'mítt,Vilja tær orðum trúgva,Um hann Ólav Trygvason,Hagar skal ríman snúgva.
Glymur dansur í høll,Dans sláIð ringGlaðir ríða Noregs mennTil Hildar ting.
Knørrur var gjørdur á Noregs landi,Gott var í honum evni:Sjútti alin og fýra til,Var kjølurin millum stevna.
Glymur dansur í høll,Dans sláIð ringGlaðir ríða Noregs mennTil Hildar ting.
Har kom maður á bergið omanVið sterkum boga í hendi:"Jallurin av RingaríkiHann meg higar sendi."
Glymur dansur í høll,Dans sláIð ringGlaðir ríða Noregs mennTil Hildar ting.
"Einar skalt tú nevna meg,Væl kann boga spenna,Tambar eitur mín menski bogi,ørvar drívur at renna."
Glymur dansur í høll,Dans sláIð ringGlaðir ríða Noregs mennTil Hildar ting.
"Hoyr tú tað, tú ungi maður,Vilt tú við mær fara,Tú skalt vera mín ørvargarpurOrmin at forsvara."
Glymur dansur í høll,Dans sláIð ringGlaðir ríða Noregs mennTil Hildar ting.
Gingu teir til strandar oman,Ríkir menn og reystir,Lunnar brustu og jørðin skalv:Teir drógu knørr úr neysti.
Glymur dansur í høll,Dans sláIð ringGlaðir ríða Noregs mennTil Hildar ting.
Einar spenti triðja sinni,æt1ar jall at raka,Tá brast strongur av stáli stinna,í boganum tók at braka.
Glymur dansur í høll,Dans sláIð ringGlaðir ríða Noregs mennTil Hildar ting.
Allir hoyrdu streingin springa,Kongurin seg undrar:"Hvat er tað á mínum skipi,So ógvuliga dundrar?"
Glymur dansur í høll,Dans sláIð ringGlaðir ríða Noregs mennTil Hildar ting.
SvaraðI Einar TambarskelvirKastar boga sín"Nú brast Noregi úr tínum hondum,Kongurin, harri mín!"
Glymur dansur í høll,Dans sláIð ringGlaðir ríða Noregs mennTil Hildar ting.
Nú skal lætta ljóðIð av,Eg kvøðI ei longur á sinni;Nú skal eg taka upp annan tátt;Dreingir leggi í minni!