I tokuni
gangi í tokunieina í djúpu kvirrunisíggi ongar varðarburtur allir garðarrópi men eingin svarar
inn ímillum gloppinií mjørkaklæddu náttinihómi eg skuggartykist sum okkurt rørir seg harrópi men eingin svarar mær
vinur, vinur sært tú meg?gangi her í tokunihevur tú reikað líka sum egí deyðadjúpu kvirruni?
sást tú gøtuljósinilýsa í bygdini?sást tú hvat tey gjørdu har?minnist tú hvussu støðan var?leitaði nakar eftir mær?
vinur, vinur sært tú meg?gangi her í tokunihevur tú reikað líka sum egí deyðadjúpu kvirruni?
hevur tú eins og eggingið í tokuniburturvilst frá slóðiniytst á fjallatromini?kennir tú hetta einsemið?
vinur, vinur skilur tú meg?veitst tú nakran loyniveg?hevur tú reikað líka sum egí endaleysu óvissuni?
vinur, vinur skilur tú meg?veitst tú ongan loyniveg?hevur tú reikað líka sum egí endaleysu tokuni?