Eivør "Myrkursins Náði" lyrics

Myrkursins Náði

Í dag hava fuglar ei sungið eitt lag.Tað var eins og slóknaði sólin í dag,Og jørðin, hon helt uppat við at mala,Og børnini hildu uppat við at spæla.

Stjørnurnar duttu allar niður av himni,Og mánin, hann fánaði burtur og inni.Í stovuni míni ei hoyrdist eitt ljóð,í myrkursins djúpastu náði eg stóð.

Myrkursins náði, myrkursins náði,Myrkursins náði fevndi meg,Fevndi meg.

Henda løtan, hon dró meg til ógingnar gøtur,Til heimsins byrjan og til lívsins djúpastu røtur.Og myrkrið var hvørki ónt ella kalt,Nei, myrkrið var ei enn blivið ónt ella kalt.

Tað einasta, eg hoyrdi, vóru undarlig ljóð,Men so føgur og rein og so yndislig ljóð,Og einki var endað, og einki var byrjað,Og einki var sjónligt, og einki var hyljað.

Myrkursins náði, myrkursins náði,Myrkursins náði fevndi meg,Fevndi meg.

Here one can find the lyrics of the song Myrkursins Náði by Eivør. Or Myrkursins Náði poem lyrics. Eivør Myrkursins Náði text. Also can be known by title Myrkursins Naoi (Eivor) text.