Fipan Fagra
Skalli undir fjalli býr,Garpar til hann ríða:Tað var honum til eydnu lagað,Hann átti dóttur fríða.
Hátrummar í høll hermenn ríða framJómfrú leikar í lundum við tann edil mann
Eirikur gongur frá strondum niðanEin við ongar sveinar,Hann sær frúgv við akur sita,Talar við hana eina.
Hátrummar í høll hermenn ríða framJómfrú leikar í lundum við tann edil mann
Tað var mær til eydnu lagað,Eg skuldi akur goymaSiti eg úti árla og síðla,Eg kann ikki vánir gloyma."
Hátrummar í høll hermenn ríða framJómfrú leikar í lundum við tann edil mann
Eg vil teg við sømdir fá,Ást og góðan vilja,Føra teg so til hallar heimOg teg frá vánum skilja."
Risin gongur frá strondum niðan,Ein við ongar sveinar,Hann sær frúgv við akur sita,Talar við hana eina.
Hátrummar í høll hermenn ríða framJómfrú leikar í lundum við tann edil mann
Kjaftur hans er ógviligur,Nasarnar tær eru langar,So eru hansara kjálkabeinSum fjórðung var at ganga.
Hátrummar í høll hermenn ríða framJómfrú leikar í lundum við tann edil mann
Tá ið tú kemur í trongan skógv,Tú hav væl onnur klæði,Rív upp á teg bjørkuvið,Tað javnt við jørðina dragi!"
Hátrummar í høll hermenn ríða framJómfrú leikar í lundum við tann edil mann
Navn hevur tú av neyðum fingið,So tíni klæði skorin,Tað er ikki á tínari ævi,Tú hevur tað tílíkt borið!"