Týr "Gátu Rima" testo

Traduzione in:deen

Gátu Rima

Gestur villur frá høllini gongur,blindur er hann og fáur;møtir hann einum gomlum manni,allur í hærum gráur.

"Far tú tær í grasgarðarog ráð fyri tínum bú;eg skal mær fyri Heiðrik kongog gátur kenna nú".

Treðum lættliga dansin,dagurin skín so fagurliga;komið er hægst á summarið.

"Tríati eru gáturnar,git mær eina av teim:Hvussu eitur sá reyða trumma,ið slær yvir allan heim"?

"Vita man eg gátuna,eg giti tað fyrstu av teim:Toran eitur sá reyða trumma,ið slær yvir allan heim".

Treðum lættliga dansin,dagurin skín so fagurliga;komið er hægst á summarið.

"Vita man eg gátuna,eg fari ei við tí hátt:Óðin ríður sínum hestibæði um dag og nátt."

Óðin gjørdist villini fuglar,fleyg sær út á hav,brendi inni Heiðrik kongog alt tað lið, har var.

Treðum lættliga dansin,dagurin skín so fagurliga;komið er hægst á summarið.

Qui è possibile trovare il testo della canzone Gátu Rima di Týr. O il testo della poesie Gátu Rima. Týr Gátu Rima testo. Può anche essere conosciuto per titolo Gatu Rima (Tyr) testo.